BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Stuðul til trivnaðarátøk í Vestmanna

07.03.2014

 

Vestmanna Bygdarráð hevur sett sær fyri at økja enn meira um trivnaðin og samanhaldið í bygdini. Bygdarráðið hevur samtykt at fara undir vetrarfriðing, spæliplássið í Heygalíð er um at vera liðugt, ábøtur verða gjørdar á gøtur og vegir. Og harumframt eru javnan trivnaðartiltøk í bygdini.

Nú ber til hjá vestmenningum sjálvum at gera sítt til at økja um trivnaðin við m.a. at fríðka um býlingar og øki í bygdini. Tað veri seg at gera øki til at hugna sær í, smærri spælipláss, gróðurseting ella okkurt heilt annað.

Vestmanna Bygdarráð hevur sett kr. 50.000 av á fíggjarætlanini fyri 2014 fyri at stuðla átøkum, sum eru við til at økja um trivnaðin í bygdini. Verður stórur áhugi fyri átakinum, er ætlanin at játta pening aftur á fíggjarætlanini komandi árini.

Til ber hjá einstaklingum, bólkum og feløgum heimahoyrandi í Vestmanna at søkja um stuðul. Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. 

Umsóknarblað og reglugerð kunnu heintast við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri ella við at venda sær til Vestmanna Kommunu.
Reglugerð
Umsóknarblað

Freistin at søkja um stuðul er 1. apríl 2014. 

Umsóknir skulu sendast til: 

Vestmanna Kommunu
Bakkavegur 8
Postboks 91
355  Vestmanna
Ella við telduposti til vestmanna@vestmanna.fo