BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók til 28.06.2018

LÝSINGAR

Námsfrøðiligur stuðul til dagstovnaøkið
freist at søkja: 03.08.2018

Sjúkrarøktarfrøðingur til VEKS Vestur
freist at søkja: 27.07.2018


Summarkonsert í Vestmanna

03.06.2015
Fríggjadagin 5. juni, grundlógardagin, kl. 17, hevur Vestmanna Sangkór konsert í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Á skránni verður litfagurt blómutyssi av okkara vakrastu føroysku summarsangum, og uppií nakrir ljósir svenskir, íslendskir og enskir sangir.

Kórleiðari er Benjamin Gaasedal.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Áðrenn konsertina í Fiskivinnuskúlanum fer Vestmanna Sangkór inn á heimið á Grønanesi at syngja nakrar sangir fyri búfólkum og starvsfólki har.