BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Tað eru tíverri summi, sum ikki duga sær hógv

17.11.2016

Tað eru tíverri summi, sum ikki duga sær hógv

 Fyri kortum ruddaði Vestmanna Kommuna grótbrotið. Hetta varð harðliga tiltrongt, tí har sá ikki tespiligt út!

Men, so eru tað summi - fá tíbetur – sum ikki duga sær hógv, men beinanvegin byrja at tveita órudd frá sær aftur á ruddaða økinum - og beint við bingjuplássinum enntá – sí viðløgdu myndir.

Helst er tað onkur, ið er komin á stongdar dyr á bingjuplássinum, sum í fánýtiskenslu hevur tveitt frá sær. Men viðkomandi hevur bert sær sjálvum fyri at takka, um hann er komin á stongdar dyr, tí upp-latingartíðirnar eru væl lýstar bæði á garðinum frammanfyri bingjuplássið og á heimasíðuni hjá kommununi.

Vónandi er hetta ein staktilburur.