Takk fyri undirtøkuna til Vestmanna-dagarnar 2013

05.07.2013

20. – 22. juni var á fyrsta sinni skipað fyri Vestmanna-døgum. Nógv tiltøk vóru á skránni og undirtøkan fyri tiltøkunum og døgunum sum heild var sera góð.

Mikukvøldið varð tjóðstartað við konsert í Vektarbúðini, har Hallur Joensen og Kristina Bærentsen framførdu. Útselt var til konsertina eftir einum degi. Tískil varð skipað fyri eykasýning, ið varð útseld beinanvegin.

Hósdagurin hevði eisini nógv á skránni. Byrjað varð í Látipípuni við trivnaðardegi. Opið hús var á Brandstøðini, har umleið 250 fólk møttu upp at síggja útgerðina og fáa sær pylsur og breyð, kaffi og køkur. Málningaframsýningin í Sýslumanshúsunum lat eisini upp hendan dagin, eins og Kommunuskrivstovan hevði opið hús. Kl. 19 vóru 3 tiltøk samstundis, café í íbúðini hjá Niels hjá John, gongutúrur niðan á Tjørn á Røkur og Tjørn á Vestur og konsert við okkara sangkórum í kirkjuni, ið var fullsett.

Fríggjadagurin byrjaði við, at Gjáarlon hevði opið hús allan dagin og sigst, at ongantíð áður hava so nógv fólk vitja Gjáarlon. Heimið á Grønanesi fekk avdúka nøvnini á lonunum (innistova, útistova, uppistova og niðristova) og Theodor Olsen, prestur, hevði ein avbera áhugaverdan fyrilestur fyri uml. 100 fólkum. Kl. 15 var opið á Havnaskrivstovuni og kl. 16 var aftur opið í Sýslumanshúsinum og Kommunuskrivstovuni, har uml. 100 fólk vitjaðu.

Niels Pedersen fór kl. 17 ein gongutúr, har hann segði frá um brúgvarnar um Gjógvará, eisini greiddi hann frá mongum øðrum millum annað dansistovuni, har Niels var granni øll síni barna- og ungdómsár. Við á gongutúrinum vóru eini 50 fólk.

Kl. 19.00 skipaði VÍF fyri Jóansøkubáli við John´sa brúgv á fyrsta sinni, og var hetta ein avbera góð og hugnalig løta, har heilt nógv fólk vóru møtt. Fólk kundu keypa pylsur og annað gott afturvið, meðan ein avbera væl røðandi Torbjørn Jacobsen hugleiddi um Vestmanna og Vestmenningar.

Eftir Jóansøkubálið var útikonsert á Reyða Torgi, har Finnur Koba, Birita og Rókur, Vagnur og Jónsvein, Áki G. og Jan framførdu, og eisini her ómetaliga góð undirtøka.

Leygardagurin byrjaði við morgunmati í ítróttarhøllini kl. 09.30. Vestmanna Kommuna vónaði, at undirtøkan fór at vera góð, men at væl yvir 500 fólk møttu, høvdu vit ikki væntað og eru vit sera glað fyri tað.

Kl. 14.00 opnaði Lat- og fá marknaðurin og Marknaðardagur í ítróttarhøllini. Nógv góð klæði o.a vóru latin til dagin, og kundu nógv njóta gott av hesum. Samstundis var Café í Miðhøllini, ið var stúgvandi full av fólki líka til hon stongdi.

Frá kl. 15.00 vóru gamlar myndir og frásagnir í Auluni, ið Heini Olsen, Jákup í Gerðinum og Páll á Hellu stóðu fyri. Aulan var stúgvandi full, so hesir hava heilt víst haft nógv gott at tosa um, ið fólk vístu áhuga fyri.

Eisini kl. 15.00 vóru modelbátar og modelbilar sýndir fram, umframt at Bókasavnið skipaði fyri teknistovu fyri børnum.

Kl. 18.00 endaðu so tiltøkini við einari meksikanskari uppboðssølu.

Til dansin um kvøldi við Brim, Sunflowers saman við Guttorm, Thunderbirds og Moonshots vóru umleið 200 fólk.

Vestmanna Kommuna vil takka borgarum í Vestmanna og øllum øðrum í møttu til Vestmanna-dagarnar fyri tykkara uppmøting, og fyri tann positiva andan, tit vístu hesum tiltaki.

Eisini vil Vestmanna Kommuna hjartaliga takka øllum, ið hjálptu til á døgunum. Uttan tykkara hjálp høvdu vit ikki kunna gjøgnumført dagarnar. Túsind takk, øll somul.

Pauli T. Petersen
Borgarstjóri