BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Talvkapping fyri børn og ung verður í Vestmanna Skúla leygardagin 31 okt.

Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2010 - sum hesuferð verður telvað í Svøríki í februar mánað 2010.

Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A - bólkur: Telvarar føddir 1990-92 (17-20 ár)
B - bólkur: Telvarar føddir 1993-94 (15-16 ár)
C - bólkur: Telvarar føddir 1995-96 (13-14 ár)
D - bólkur: Telvarar føddir 1997-98 og (11-12 ár)
E - bólkur: Telvarar føddir 1999 og seinni. (10 ár og yngri)

Kappingin er opin fyri ØLLUM áhugaðum talvungdómi !

Skipað verður fyri 3 kappingum, har tvær tær fyrstu eru úttøkukappingar til endaligu finaluna.

Fyrsta kappingin verður í Vestmanna leygardagin 31. oktober 2009, kl. 10.00 í Vestmanna Skúla

Telva verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10 min. í part til hvørt talvið. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í hvørjum aldursbólki.
Byrjað verður kl. 10 í Vestmanna skúla.
Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøldið 30. oktober 2009.

Meldið til á tlf. 225 516 ella sendið teldupost til jm@sev.fo Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.