BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Talvkapping í Vestmanna leygardagin 25. oktober 2008

Leygardagin 25 okt. 2008 verður talvkapping fyri børn- og ung  í Vestmanna

Talvsamband Føroya skipar í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi.
Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-Kappingina – sum hesuferð verður telvað í Føroyum í feb. 2009.

Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A-bólkur:  Telvarar føddir 1989-1991 (17-20 ár)
B-bólkur:  Telvarar føddir 1992-1993 (15-16  ár)
C-bólkur:  Telvarar føddir 1994-1995 (13-14 ár)
D-bólkur:  Telvarar føddir 1996-1997 (11-12 ár)
E-bólkur:  Telvarar føddir 1998 ella seinni (10 ár og yngri)

Kappingin er fyri øllum áhugaðum  talvungdómi!

Skipað verður fyri 3 kappingum, har tvær tær fyrstu eru úttøkukappingar til endaligu finaluna.

Fyrsta kappingin verður í Vestmanna Skúla, leygardagin 25 okt. kl. 12.00.
Telvað verða 8 umfør, har hvør telvari hevur 10 min. í part til hvørt talvið.
Heiðursmerki verða latin nr. 1,2 og 3 í hvørjum aldursbólki.
Tilmelding á tlf. 225516, ella jm@sev.fo, minnist til at upplýsa føðingardag.
Seinasta freist at melda luttøku er fríggjakvøldið 24. oktober.

Næsta kapping verður í Sandavági sunnudagin 15 november, meðan finalan verður telvað í Tórshavn leygardagin 29. november.