BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Talvkapping í Vestmanna

07.11.2012

Komandi vikuskifti verður VT-Open (talvkapping) í Vestmanna. Kappingin verður í gomlu sýslumanshúsunum.

Kappingin er partur av samlaðu grand-prix kappingini.

Kappingin byrjar fríggjadagin 9 nov. kl. 18.00, tá ið 1. umfar verður telvað.
Leygardagin verður 2. og 3. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.
Sunnudagin verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 14.30.

Tíðin til alt talvið verður 90 min + 30 sek. fyri hvønn leik.

Virðislønir (pengar) verða latnar til nr. 1, 2 og nr. 3, umframt ratingsvirðislønir.

Luttøkugjald á kr. 100 skal gjaldast, áðrenn kappingin byrjar.

Tilmeldingá jm@sev.fo ella 225516, í seinasta lagi fríggjadagin kl. 12.00.

Vestmanna Talvfelag