BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Tattoo Treff

Á fyrsta sinni nakrantíð í Føroyum verður nú skipað fyri einum Tattoo treffi í Vestmanna. Tríggir dugnaligir tattoovørar vera til staðar.

Um tú ert til tattooveringar, set so kross í kalendaran vikuskiftið 13 og 14 mai '11. Tí tá verður spennandi tiltak á Bryggjuni í Vestmanna, har møguleiki eisini er at vinna eitt gávukort fyri 2000 krónur til tattoovering. Treffið er bæði fríggjakvøld og leygarkvøld, frá kl 13 til 04.

Føroyski tattoovørurin Dia Jacobsen fer at bjóða teimum vitjandi sínar tattooveringar og umframt hann vera eisini útlendsku tattoovørarnir Fjølnir úr Íslandi og Blackpearl úr Bretlandi, sum fara at bjóða seg fram.

Fríggjakvøldið fer Royal Hárfríðkan at vísa fram sonevndar hárextensions, leygardagin koma MC klubbar á vitjan frá kl 14.30, og eisini verður ein spennandi Harley Davidson framsýning. Leygardagin ber eisini til at fáa piercing. Øll sum hava áhuga fyri tattoovering hava her ein gyltan møguleika at síggja hvussu tattooveringar verða gjørdar, fáa eitt prát við tattoovørin ella fáa sína egnu tattoovering.

Við í prísinum, sum einans er 100 krónur fyri alt tiltakið, er eisini atgongumerki til dansin sum verður leygarkvøldið frá kl 24, tá Holgar og Villmenn fara at spæla.