BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Tendra eitt ljós og skriva eitt bræv - á bókasavninum

11.12.2013

 

Aftur í ár skipar Amnestu fyri skrivimatathon kring allan heim - heilt frá Senegal til Slovenia, Suður Afrika og Suður Korea.

Í Vestmanna verður skipað fyri skrivikafé á bókasavninum hósdagin 12. desember kl. 16 - 18.

Endamálið við brævaskrivingini er at gera vart við, at nøkur mannarættindi eru brotin. Til ber at skriva 'samhugabrøv', sum eru til persónar, sum eru offur fyri brotum á mannarættindi. Eisini ber til at skriva 'áheitanarbræv', hvørs endamál er at fáa móttakaran at fremja eina gerð, ið ger, at rættindini hjá einum øðrum menniskja verða hildin.

Til ber at lesa meira um skrivimarathon 2013 á heimasíðuni amnesty.fo.