BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Tíðindaskriv frá Føroya Fornminnissavni

16.09.2005

 

 

Tíðindaskriv

 

Fornfrøðilig kanning Úti í Toft í Vestmanna.

 

Í døgunum 12.-16. september hevur Fornminnissavnið gjørt fornfrøðiliga kanning Úti í Toft í Vestmanna.

 

Staðurin, talan er um, liggur í gomlum bø, nakað uttari enn sjálvur býlingurin á Rógvu ger í dag. Á staðnum sæst lágur heyggur. Sagt hevur verið, at har skuldu tey elstu Rógvuhúsini standa.

 

Longu í 2003, tá tað kom fram, at ætlanir vóru at gera dagtilhald fyri uppilagstar sjómenn niðan fyri nýggja kirkjugarð, fór savnið undir at kanna hvørjar ítøkiligu ætlanirnar vóru. Tað var áhugabólkur, ið varð farin undir ætlanirnar um eitt sambýli og dagtilhald; men seinni hevði eisini Vestmanna kommuna víst lendinum har áhuga. Lendið er slætt og rættiliga vítt, og vælegnað sum byggilendið. Kommunan var tí farin undir at kanna møguleikar fyri at byggja eitt røktarheim beint við, soleiðis at hesar verkætlanirnar kundu verða tengdar hvør at aðrari. Og tað er júst har, møguligu búsdtaðaleivdirnar Úti í Toft liggja.

 

Fornminnissavnið gjørdi tí vart við, at slíkar bústaðaleivdir eru umfataðar av fornminnafriðingarlógini. Varð hildið fast við byggiætlanirnar, var greitt, at neyðugt fór at verða at loysa tær úr friðing. Hetta verður vanliga gjørt við at lata bústaðaleivdirnar kanna. Tað vil siga, at í fyrstu syftu fór at verða gjørd ein forkanning, ið skuldi geva ábending um, hvussu umfatandi og av hvørjum slagi møguligu bústaðaleivdirnar eru. Grundað á forkanningina fór ein fornfrøðilig rannsókn at verða løgd til rættis – eisini við tíðar- og kostnaðarætlan. Útreiðslur í samabnd við forkanning og rannsókn ber arbeiðstakarin.

 

Sum nevnt er skilligur heyggur í lendinum, um 20x10 m til víddar. Sagt er frá, at tá Hans Jákup Thomsen, bóndi (f. 1889), velti har, gavst hann, tí illa bar til at velta vegna grót, og tí at hann sá, at har var okkurt serligt.

 

Grundað á upplýsingar og tað ið sæst í lendinum var tí lítið at ivast í, at í heygnum kundu fjala seg fornar bústaðaleivdir. Hetta fekst tó ikki vissa fyri uttan at sett varð á.

 

Í samstavi við Vestmanna kommunu, varð tískil sett í verk forkanning. Grivnar eru tvær veitir tvørtur um sjónliga heyggin. Ætlanin var at arbeiða í tvær vikur, men kanningin hevur longu staðfest, at bústaðaleivdir eru fjaldar í heygnum Úti í Toft. Tað verður mett, at vit sum er hava nóg mikið av upplýsingum til at avgera, at neyðugt verður við fornfrøðiligari rannsókn av lendinum. Líkt er til, at bústaðarøkið er avmarkað til sjálvan heyggin, men er hetta spurningur, ið má kannast neyvari. Av tí at tað bert varð grivið niður á bústaðaleivdirnar og ikki ígjøgnum tær, eru eingir lutir funnir, ið kunnu siga nakað um hvat slag av búseting her kann hava verið ella tíðarfestingina av henni.

 

Hinvegin, við at samanbera staðin Úti i Toft við staðir aðra staðir í landinum, har smærri miðaldarligir bústaðir eru funnir í gomlum bø – eitt nú í Eingjartoftum og Innanfyri Heygagerði í Sandavági – er ikki óhugsandi, at tað í hesum føri er talan um bústað av sama slagi. Kann sostatt vera, at fólk eru flutt úr fyrndarbýlinginum á Rógvu og hagar út heldur enn hinvegin, soleiðis sum frásøgn er um.

 

Forkanningin er at enda komin. Nú verður so lagt upp til kommununa at skipa fyri fígging av eini rannsókn í samstarvi við Fornminnissavnið. Við eini fornfrøðiligari rannsókn hevði helst borið til at fingið staðfest, hvussu bústaðaleivdirnar Úti i Toft eiga at verða fataðar í búsetingarsøguliga høpinum í Vestmanna sum heild. Livst so spyrst.

 

 

Símun V. Arge

savnvørður

Fornfrøðideildin

Føroya Fornminnissavn