BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Tíðindi frá IRF um skurðfjøllini

25.09.2012

Skurðfjøllini standa fyri durum    


 Skinn
Væl hagreidd skinn eru ein rávøra og ikki burturkast. Tað er umráðandi fyri góðskuna av skinnum at tey  kólna skjótast gjørligt uttan at skorna. Síðani kunnu tey leggjast upp í stakk og saltast dagin eftir. 

Var móttøkan av skinnum á bingjuplássunum skipað øðrvísi, kundu skinnini helst komið til gagns og bingjuplássið kundi spart nakrar krónur fyri minni burturkast.

Tað eru helst fleiri virki, sum keypa skinn í ár, men eitt av teimum er Sp/f Oikos í Bø, sum hevur tikið ímóti skinnum síðani 2002. Teir koyra dagliga út til bøndur og ognarmenn eftir skinnum, meðan skurðurin er. Um áhugi var fyri tí, hevði felagið helst eisini koyrt út til bingjupláss. Nærri kunning á heimasíðuni http://www.oikos.fo/.

Brenning av skinnum økir útlátið av svávultvíiltu munandi og tað setir stór krøv til roykreinsingina.

Innvølur og aðrar leivdir
Innvølur er vátur og tungur og fer illa við bingjum og bilum. Men sum er, metir IRF tó, at tað er frægast at lata innvøl og aðrar leivdir frá skurðinum um heystið  í vanligu  bingjurnar til burturkast at brenna. Tó er umráðandi, at innvølur er í plastposum og at nøgdin verður býtt so væl sum gjørligt millum bingjurnar. 

Nøgdin av vátum burturkasti við lágum brennivirði er stór, meðan skurðurin er. Tað ger, at brennivirðið á øllum burturkastinum verður so lágt, at tað kann verða neyðugt at hjálpa til við oljufýringum í ovninum fyri at fáa nøktandi brenning. Tað økir um kostnaðin at brenna.

Gott hevði verið, um tey sum starvast á bingjuplássunum, fingu hesa vegleiðingina at síggja.

Er okkurt at spyrja um ber altíð til at ringja til IRF.

Hagaleiti, 21. september 2012

Vinarliga

 
IRF