BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 30.04.2019

Tín hundur – tín lortur

08.05.2019

 







 


Bygdin hevur verið vetrarfriðað í nøkur ár og seyðasparlar liggja ikki á vegum, gongubreytum og øðrum kommunalum økjum longur.
Meeen tað gera hundalortar! Hóast fleiri hundaeigarar taka upp eftir hundinum, so eru tað framvegis nógv, ið ikki gera tað, og tað er neyvan nakað so ólekkurt sum at traðka í ein hundalort.

Hundaeigarar kunnu fáa eitt bunti av hundalortaposum á Kommunuskrivstovuni og eisini hava arbeiðsmenninir, sum arbeiða við fríðkan, hundalortaposar at lata frá sær.

Vestmanna Kommunu vónar við hesum átaki, at allir hundaeigarar fara at brúka hundalortaposar.

Hundalortaposar fáast til keyps í Á-handlinum og um stutta tíð eisini á Magn.