Torstein dupultur Danmarksmeistari 2012

30.01.2012

Leygardagin 27. januar '12 luttók Torstein Brattaberg í DM í inniróðri, kappingin nevnist Åbne Danske Mesterskaber & Fit For Rowing 2012.
Torstein luttók í tveimum kappingum, í 2000 m og í sprint (200 m) fyri dreingir føddir 1996, og megnaði at vinna gull í báðum kappingunum.

Tíðin á 2000 metrum var 6:34.0, og var hann 8 sekund frammanfyri nr. 2.
Í 200 metra kappingini hevði hann tíðina 33.12. Rógvarin, sum bleiv nr. 2, hevði tíðina 33.36. 

Vestmanna Kommuna ynskir Torsteini og venjara hansara hjartaliga tillukku við flottu úrslitunum.