BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Tríggir kendir trubadurar í Vektarbúðini

28.11.2016

Hóskvøldið 1. desember kl. 20 verður hugnalig konsert  í Vektarbúðini við teimum trimum Niels Midjord, Holgar Jacobsen og Ólavi Højgaard.

Teir fara at framføra egin løg og tøkuløg. Eisini verður nýggi føroyski jólasangurin hjá Holgar at hoyra. Sangurin eitur “Jólasangur til hina fjøldina”.

Í steðginum fáa áhoyrararnir høvi at heilsa upp á teir tríggjar og at keypa fløgur.

Eisini ber til at keypa sær ein drekkamunn í íbúðini og Krambúðin er eisini opin.

Atgongumerki á 100 kr. verða seld við dyrnar.