BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Tríggir vestmenningar við á Oyggjaleikunum

16.07.2013

Sólfríð Hjørleifsdóttir, Rói Holgarson og Birita Poulsen øll úr Vestmanna eru við í føroyska hópinum, sum er farin á Oyggjaleikir á Bermuda, sum verða leiktir í døgunum 13. juli til 20. juli. Tey hava øll 3 leikt síni barna- og ungdómsár hjá VÍF. Sólfríð spælir badminton hjá VÌF, og umboðar ítróttargreinina badminton á Oyggjaleikunum. Rói umboðar ítróttargreinina 100m sprint á Oyggjaleikunum, og rennur við felagnum Sparta í Danmark. Birita ger fimleik við felagi úr Havnini, og umboðar sostatt ítróttargreinina fimleik á Oyggjarleikunum.

Á heimasíðuni hjá VÍF eru gjørd áhugaverd innsløg um hvønn einstakan av teimum, har tey greiða frá sínum íkasti sum luttakarar á Oyggjaleikunum. Tey ynskja at gera sítt besta fyri at náa so góð úrslit sum møguligt, og ynskir Vestmanna Kommuna teimum allarbestu eydnu á Oyggjaleikunum á Bermuda 2013.