BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Trøllapætur á Bátastevnu

Siglandi og syngjandi á bátastevnu

Í samband við Bátastevnuna í Vestmanna verður skipað fyri eini stórari barnakonsert í Ítróttarhøllini í Vestmanna fríggjadagin 14. mai við góðum tónleiki, undirhaldi og nógvum stuttleika.

Og tað fer neyvan at ganga heilt stillisliga fyri seg hendan dagin.

Trølla Omman og Trølla Pætur ætla sær nevniliga at taka alla ta lívligu og herligu trøllafamiljuna við til Vestmanna. Harafturat verða nýggjar frískar Kular Røtur at hoyra og síggja á stevnuni.

Skipað verður fyri móttøku og nógv verður gjørt burturúr, tá trøllini koma til Vestmanna hendan dagin.

- Tað er bátastevna, so sjálvandi ætli eg mær at sigla til Vestmanna, sigur omman, sum tó ikki vil avdúka um hon kemur til bygdini í einum lítlum árabáti, í gomlum fiskifari ella við sjórænaraskipi.

Kortini frætta vit, at tað verður bæði leikur og kampur rundanum Trølla Ommuna og Trølla Pætur, tá ið tey koma til Vestmanna hendan dagin. Trølla Omman vónar og væntar, at børn úr øllum Føroyum fara at taka ímóti henni á bryggjuni, soleiðis at hetta kann gerast ein ógloymandi løta. Eisini vónar Omma, at tað verður ein stór og festlig skrúðgonga, við eini rúgvu av børnum, frá keiini niðan í høllina, har stóra konsertin verður.

Tað eru nógv ár síðani Trølla Omman var í Vestmanna, og tí lovar Omman eitt ordans rock and roll brak hesaferð. Og sangir av kulari nýggjari barnafløgu fara eisini at seta dám á dagin.