BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Trolvirki í Vestmanna

20.12.2005

Kelda: Portalurin.fo

 

Søren Havmand, verfaðir hansara, Helgi Brekku og sonur Søren, René, fara nú at stovna felagið, Føroya Trol, sum fer undir at framleiða trol í keyptum hølum í Vestmanna

Hann hevur drúgvar royndir í at framleiða og umvæla trol. Tað, sum hann ikki veit um trol og trolreiðskap, er neyvan vert at vita.
Søren Havmand, sum seinastu 21 árini hevur starvast hjá trolvirkinum, Vónini, byrjaði í frítíðini sum 12 ára gamal at arbeiða á einum trolvirki í Thyborøn í Danmark.
Eftir at hava arbeitt undir ”hattinum” hjá Vónini, fer hann nú saman við verfaðiri sínum, Helga Brekku og sonum sínum, René, at stovna nýtt felag, sum fær navnið, Føroya Trol.
Í januar byrjar virksemið í bygninginum inni á Fjørð í Vestmanna, sum teir hava keypt frá Føroya Banka. Bygningurin er 1600 fermetrar til støddar, og hetta er ein partur av ognunum, sum Vestlaks átti.
Sonur Søren, René, er hóast bert 24 ára gamal, eisini royndur í leikum, tá ið ræður um trol og trolarbeiði. Seinastu árini hevur hann verið formaður á nýggja virkinum hjá Vónini í Havn.
Søren Havmand sigur, at Føroya Trol fer at framleiða trol til alla trolvinnuna, og felagið fer eisini at selja allan reiðskap, sum hevur við vinnuna at gera.
- Eg vænti, at vit verða klárir at fara undir framleiðslu um hálvan januar, og sum frá líður vænti eg, at vit verða eini 6-7 fólk í starvi á Føroya Trol.
Í byrjanini verða tað í fyrsta lagi hann og sonurin, sum fara at leggja lunnar undir virksemið í Vestmanna. Men so skjótt, sum eftirspurningurin veksur og meira verður at gera á virkinum, verða nøkur fólk aftrat í starvi.
- Vit eru spentir upp á virksemið, og við drúgvu royndunum á økinum hava vit góðar vónir um, at hetta fer at bera til, hóast aðrir útbjóðarar eisini eru á marknaðinum i Føroyum, sigur Søren Havmand.