BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 26.09.2017

Tummas Christophersen og hvalbingar keypt frystitrolarar

19.04.2012

Felag hjá Tummas Christophersen og fýra feløg í Hvalba hava keypt tveir frystitrolarar, sum eru bygdir í Týsklandi í 1996 og 1997. Trolararnir eru 44 metrar langir og 11 metrar breiðir, frystiorkan er 30 tons um samdøgrið. Talan er um skip, sum eru nakað størri enn Vesturbúgvin, hann er 33 metrar langur og 9,56 metrar breiður. Trolararnir skulu hava veiðiloyvini hjá Sjagakletti, Rasmus Effersøe og Roc Amadour.

Felagið hjá Tummas Christophersen eigur helvtina av frystitrolarunum, meðan feløgini í Hvalba eiga hina helvtina. Trolararnir fara væntandi at eita Gullberg og Sjagaklettur.

Vestmanna Kommuna ynskir Tummasi og hvalbingum til lukku við skipunum og vónar, at frystitrolararnir fara at skapa økt vinnuvirksemi í Vestmanna.

Vit vænta, at vit um ikki ov langa tíð fara at bera onnur góð og spennandi tíðindi frá okkara vinnulívi.