BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Tunnil til Vestmanna

Tunnil til Vestmanna verður javnan umrøddur millum vestmenningar. Hóast útlitini fyri honum tykjast heldur døpur, so er onkur tingmaður, sum hevur áhuga í málinum. 19.11.’08 sendi Kári á Rógvi, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, landsstýriskvinnuni Anniku Olsen fyrispurning um okkara tunnil. Landstýriskvinnan svaraði 01.12.’09.

 

Svar
upp á
fyrispurning eftir § 52a í tingskipanini frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, um tunnil til Vestmannar.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

  1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørja raðfesting tunnil til Vestmannar hevur í samferðsluætlanini, herundir:
    a . Hvørja leið og hvørja longd heldur landsstýrismaðurin mest ráðiligar, tá ið ræður um tunnil til Vestmannar? 
    b. Hvussu stórar nøgdir av fiski, fiskaframleiðslu og aðrari vinnuframleiðslu umframt ferðslu annars úr Vestmanna metir landsstýrismaðurin mugu førast um Høgareyn? 
    c.  Hvussu stórar rakstrarsparingar, útlátssparingar og búskaparsparingar metir landsstýrismaðurin vera í hesi verkætlan.

Svar

1: Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørja raðfesting tunnil til Vestmannar hevur í samferðsluætlanini?
Farleiðin til Vestmannar er viðgjørd í Samferðsluætlanini 2008–2020, og er raðfest at byrja í 2019, treytað av at tær verkætlanirnar, ið eru planlagdar áðrenn, verða gjørdar fyrst.

Verandi farleið til Vestmannar er ein góður, breiður vegur, men hann  liggur høgt og er í støðum brattur, og tí verður ferðslan ávirkað av veðrinum, hálku og vindi.

Endalig loysn at betra farleiðina til Vestmannar verður ikki vald í Samferðsluætlanini, men fleiri ymiskar loysnir, við tunlum hava verið eftirhugdar, uttan at nøkur niðurstøða ella tilmæli eru gjørd.  Mett er tó, at ein nýtilig loysn, við tunli kann gerast fyri undir 300 mió. kr. í 2007 kr.

At betra farleiðina til Vestmannar, allarhelst við einum tunli, er í Samferðsluætlanini raðfest aftaná aðrar stórar tunnilsverkætlanir, ið vera mettar meira átrokandi, t.d. tunlar Norður um Fjall, Hvalbiartunnil, Sandvíkartunnil og Gøtudalstunnil.

1.a: Hvørja leið og hvørja longd heldur landsstýrismaðurin mest ráðiliga, tá ið ræður um tunnil til Vestmannar?
Sum nevnt eru ymisku loysnirnar bert kannaðar innleiðandi. Talan er um loysnir, sum fara inn niðri í Vestmanna/Válinum og eystanfyri vatnið í Heygadali og koma út omanfyri Kvívík og eystanfyri tunnilsmunnan hjá Vágatunlinum. Tunnilslongdirnar liggja ímillum 3,4 km og 6,2 km og kostnaðurin ímillum 170 mió. kr. og 300 mió. kr. Innleiðandi kostnyttukanningar vísa, at ongin loysir seg í kostnyttuhøpi. Tað vil siga, at fyrimunirnir við vunnari ferðatíð, spardum ferðsluóhappum, spardum brennievni og viðlíkahaldi, ikki kundu viga upp móti tí stóru íløgu, verkætlanin er. Harafturat vísa útrokningarnar, at tær loysnir, har sleppast kann undan flestu vansunum, loysa seg verri enn hinar samfelagsbúskaparliga.

Nevnast kann, at heilt leysligar kanningar eisini eru gjørdar av verkætlanum, sum fara inn inni í Heygadali, og koma út í Leynadali og omanfyri Kvívík. Innleiðandi verður ikki mett, at hesar loysnir hava størri fyrimunir enn tær fyrr nevndu.

1.b: Hvussu stórar nøgdir av fiski, fiskaframleiðslu og aðrari vinnuframleiðslu umframt ferðslu annars úr Vestmanna metir landsstýrismaðurin mugu førast um Høgareyn?
Ársmiðalferðslan á Vestmannavegnum var 1059 akfør í 2007. Tunga ferðslan er um 10% av samlaðu ferðsluni. Tað vil siga, at eini 100 tung akfør koyra í meðal her um dagin.

1.c: Hvussu stórar rakstrarsparingar, útlátssparingar og búskaparsparingar metir landsstýrismaðurin vera í hesi verkætlan.
Rakstrarútreiðslurnar til farleiðina minka ikki av at gera ein tunnil. Nakað verður sjálvsagt spart í útreiðslum til kavarudding og hald av Vestmannavegnum, men viðlíkahald og rakstur av einum tunli er dýrari enn tað.

Nýtslan av brennievni, og harvið útláti frá ferðsluni, minkar nakað, koyrda strekkið er styttri og ikki er neyðugt at fara so høgt upp. Útrokningar eru ikki gjørdar av hesum serstakt, men innganga í ávísan mun í kostnyttukanningunum.

Landsbúskaparligu sparingarnar eru negativar, Tað vil siga, at íløgan kostar meira enn sparingarnar.

Tinganes, 1. desember 2008

Annika Olsen
landsstýriskvinna