BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Tunnilsætlan

19.12.2005

Arbeiðið við eini samlaðari samferðsluætlan fyri Føroyar verður væntandi liðugt um árslok 2006. Svaraði Landstýrismaðurin í Vinnumálum Bjarni Djurholm, fyrispurningi frá Heidi Petersen løgtingskvinnu í tinginum fríggjadagin. Hann vísti samstundis á, at ynski vóru frammi um 12 tunnlar ymsa staðni í Føroyum.

Heidi Petersen fregnaðist eftir samferðsluætlanini, tí skjótt eru tvey ár fráliðin, síðan Vestmanna kommuna sendi uppskot um tunnil millum Vestmanna og Leynar til Landstýrið, og svarið var tá, at Landsverk arbeiddi við eini samferðsluætlan fyri alt landið, og at hesin tunnil varð viðgjørdur í hesi ætlan.

Landstýrismaðurin gjørdi vart við, at ynskini um nýggjar tunlar eru nógv kring landið. Umframt Vestmannatunnilin kunnu nevnast tunnil til Fámjins, Dals, Saksunar, Tjørnuvíkar, Gjáar, Viðareiðis, millum Skálabotn og Gøtudal/Kambsdal og undirsjóvartunnil til Sandoynna. Harumframt er eisini ynski um nýggjan tunnil til Hvalbiar, Sandvíkar og norður um Fjall á Borðoynni, umframt at aðrir tunlar hava dagføring fyri neyðini.

Heidi Petersen vísti á, at teljingar hjá Landsverki vísa, at í 2004 koyrdu 1016 akfør um samdøgrið til og úr Vestmanna. Meðan 1015 akfør koyrdu til og úr Vágunum um samdøgrið í sama tíðarskeiði.

Í fyrispurninginum sigur tingkvinnan ”Høgareyn er ikki altíð so tespiligt í hálku og kavarokið hjá vanliga arbeiðsfólkinum, men heldur ikki hjá stóru trailarunum, sum flyta ferskan fisk til virkingar aðrastaðnis í landinum, og ikki minst flyta alla tann liðugt virkaða fiskin úr Vestmanna til Havnar til avskipingar, bara hesin seinni parturin er um 6000 tons og ferski fiskurin til og úr Vestmanna er kanska eini 3000 - 4000 tons afturat [….] Eisini vil henda íløga føra við sær minnið viðlíkahald, bæði tá hugsað verður um asfaltering, kavarudding og vanligt viðlíkahald annars..”

Landstýrismaðurin dugdi ikki at siga hvørja raðfesting Vestmannatunnilin hevði í samferðsluætlanini, men metingar vístu, at tunnilin væntandi fer at kosta um 300 milliónir.

Heidi Petersen undrast á at arbeiðið við at gera samferðsluætlanina skal taka trý ár.

 

Í talvuni í høgru síðu síggjast fyrispurningur og svar

Kelda: Sosialurin