BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Tunnusláing 2014

28.02.2014

 Tunnusláing á Heygum 2014

Aftur í ár verður tunnusláing fyri vaksin á Heygum føstulávintsmánakvøld 3. mars.
Byrjað verður kl. 18.
Atgongumerki 50 kr.
Ein køld og ein lítil fylgja við atgongumerkinum.
Tunnu- og kattakongur fáa steyp til ognar.

Gamalt var at fra oman á Bryggjuna at dansa føroyskan dans eftir tunnusláingina. Enn er tó óvist, um hesin táttur verður endurtikin í ár. Av tí, at Bryggjan ikki er opin longur, arbeiðir tunnunevndin av øllum alvi við málinum. Vónandi verður funnið fram til eitt alternativ.

Komi tí og stuðli trivnaðinum í bygdini.
Kom heim á Heygar og slá
stór sum smá.

Tunnunevndin.