BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Um familjuleguna í Nesvík

Hey Vestmenningar

Kirkjuráðið takkar fyri eina avbera góða undirtøku og  takkar fyri nógvar hjálpandi hendur á  familju leguni í Nesvík.

Sum boðað frá í Nesvík, vilja vit fegin fáa afturmeldingar, rís, rós til leguna og hugskot  til næstu familjulegu. Tit eru tí vælkomin at senda mail ella ringja  til okkum í kirkjuráðnum. Hesar afturmeldingar, verða so við til at betra um leguna næstu ferð.

Næsta familjulega í Nesvík fyri Vestmenningum verður í 2013.

Til næstu legu, vilja vit longu nú boða frá, at vit fara at heita á Vestmenningar, sum hava hug, at hjálpa okkum at fyrireika næstu legu og hjálpa til á sjálvari leguni.  Kanska ein stuðulsbólk, jú fleiri vit eru um at gera tað hugnaligt, betur verður tað. Vit dáma jú væl at vera í Nesvík, so lat okkum taka lógvatak um næstu legu. At skipa fyri legu, er eitt stórt og gott tiltak, sum krevur nógva orku. Niðanfyri tørvar okkum hjálp til:

  • Gera skrá
  • Undirhald  
     sjónleik spøl - kappingar
     Musikk
     Fyrilestrarhaldarar
     Ítriv til børn
  • Taka ímóti á tekningarlista til leguna
  • Skipa familjur í kømur
  • Hjálpa til at tjekka gestirnar inn í kømur
  • Skaffa kokkar skipa køk
  • Keypa vøru inn til Nesvík
  • Biðja fólk baka bollar og køkur
  • Skipa uppruddingarhold og rudda av

So skjótt vit vita, nær næsta familjulega verður, leggja vit kunningina út á heimasíðuna hjá Vestmanna Kommunu.

Vit gleða okkum til næstu ferð.

Kunning: Um tit leita eftir skóm, so vóru nógvir eftir í Nesvík. Tó var ilt at vita, um Vestmenningar áttu hesar. Tit kunna hyggja inn á heimasíðuna hjá Nesvík http://www.mission.fo/ ella ringja til 770002, sum er vakt tlf. hjá umsjónarmanninum.

Heilsan
Vestmanna kirkjuráð


Jóan Magnus Olsen,formaður  jm@vestpack.fo  tlf. 236101
Anna Elisa Johannesen, næstform. aej@kallnet.fo tlf. 724119
Eyð Hansen, skrivari  eyd-h@olivant.fo tlf. 724334
Inga Dam   ingaprestur@hotmail.com tlf.237336
Eydna á Rógvi Simonsen  eas@banknordik.fo  tlf. 230353
Agnar Nielsen    tlf. 223620
Napoleon Klein    tlf. 221505
Anita Wilhelmsen  anita@vestpack.fo  tlf. 236106