BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Um Gjáarlon

 

Um stovnin

Gjáarlon varð tikin í nýtslu í desember 2004, og er góðkendur til 84 børn.

Á stovninum eru 5 stovur:
3 vøggustovur (Fossurin, Hylurin og Veitin) og 2 barnagarðsstovur (Áin og Keldan).

Endamálið
Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum er:
Við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling.
At menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.
At búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag.
(Brot úr dagstovnalógini, grein 2)

Hetta er okkara mál
Vit vilja í dagliga yrki okkara veita barninum umstøður við tryggleika og umsorgan. Vit leggja dent á sjálvsvirði og at virða hvønn annan.

Til ber at lesa meira í námsætlanini fyri Gjáarlon, og í skemayvirlitinum.

Foreldrasamstarv
Tit foreldur eru vælkomin at seta tykkara dám á umhvørvið hjá barninum í gerandisdegnum.
Tosið við okkum um hetta, komið við hugskotum og sigið tykkara hugsan – eisini um tit eru misnøgd við eitthvørt.
Foreldraráð við umboðum fyri allar stovurnar verður valt annaðhvørt ár.

Upp- og afturlatingartíðir
Stovnurin letur upp kl. 7.15 og letur aftur kl. 17.15.
Grundlógardag er opið til kl. 12.
Jólaaftan, nýggjársaftan, flaggdagin og Ólavsøkudag er stongt.
Stovnurin er stongdur í 3 vikur í summarfrítíðini.
Stongt er ímillum jól og nýggjár.
Stongt er 2 ráðleggingardagar um árið.

Uppsøgn - broyting - farloyvi 
Skal ansingarpláss sigast upp, er tað við einum mánaða uppsagnartíð, til tann 1. í mánaðinum eftir.
Skal broyting gerast í ansingartíðini, er tað við einum mánaða freist til tann 1. í mánaðinum eftir, og skal vera galdandi í minsta lagi 3 mánaðir.
Verður søkt um farloyvi, skal søkjast við einum mánaða freist, til tann 1. í mánaðinum eftir, og farloyvið skal vera galdandi í minsta lagi 3 mánaðir.

Gjáarlon heldur til við Hornaveg 16.
Stovnurin svarar á tlf.: 770 133

Morið A. O. Gardy, leiðari tlf. 770 134  
Eyðbjørg Hansen, varaleiðari       tlf. 770 144  
Anja Haldansen, varaleiðari tlf. 770 151  
     
Fossurin tlf. 770 135    og   770 145
hylurin tlf. 770 136    og   770 146
Veitin tlf. 770 137    og   770 147
Áin tlf. 770 138    og   770 148
Keldan tlf. 770 139    og   770 149