Umsjónarmaður

26.05.2006

Vestmanna Kommuna hevur sett Finnboga Joensen í starv sum umsjónarmann, sum m.a. skal røkja grønu økini hjá kommununi. Umsjónarmaðurin kemur eisini at hava eftirlit við øðrum ognum hjá Vestmanna Kommunu. Nevnast kann umsitingarbygningurin á Bakkavegi 16, Bygdarsavnið og barnagarðarnir.

 

Finnbogi hevur síðan 1986, starvast sum húsavørður hjá Vestmanna Skúla og ítróttarhøll, og er annars kendur sum ein íðin íverksetari á umhvørvisøkinum í bygdini.

 

Tað vóru 4 umsóknir til starvið.