Umsóknarbløð til nýggja røktarheimið í Vestmanna

28.06.2012

Umsóknarbløðini til nýggja røktarheimið í Vestmanna eru nú klár.
Til ber at søkja um fast búpláss ella umlættingarpláss.
Tú finnur umsóknarbløð við at trýsta her.

Tað er Økið 2 hjá Almannaverkinum, sum stendur fyri innskriving og visitatión.
Umsóknarblaðið skal sendast til Økisskrivstovuna:
teldupostadr. oki2@naerverk.fo ella við posti til
Heimatænastan, Hornavegur 12, 370 Miðvágur

Um tygum hava spurningar ella tørv á hjálp til at útfylla umsóknina eru tygum vælkomin at ringja til Økisskrivstovuna á tlf. 793200.