BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Hevur tú hug at ganga á Fiskivinnuskúlanum?

19.02.2013

Hevur tú áhuga fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardygd, so er Fiskivinnuskúlin rætta valið av miðnámsútbúgving. Skúlin bjóðar eina 3-ára tilfeingisbreyt, sum serliga vendir sær til ung við áhuga fyri náttúruvísindi.
Útbúgvingin gevur almennan lestrarførleika til víðarigangandi og hægri lærustovnar. Hygg í faldaran frá Fiskivinnuskúlanum her.

Fiskivinnuskúlin flutti inn í ein nýggjan skúlabygning í mars 2009, sum liggur inni á Fjørð í Vest­manna. Skúlin er útgjørdur við øllum hugsandi hølum og hentleikum til nútímans undirvísing.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 15. mars 2013. Um tú hevur hug at søkja, kanst tú venda tær til skúlan á tlf. 424 573 ella 221 654. Til ber eisini at senda teldupost til adressuna: fiskvest@fiskvest.fo.
Umsóknarblað og vegleiðing kunnu heintast á heimasíðuni hjá Fiskivinnuskúlanum: http://www.fiskivinnuskulin.fo/.