Ung í arbeiði 2009

Aftur í ár verður skipað fyri verkætlanini "Ung í arbeiði" í Vestmanna Kommunu.

Hesuferð eru tað næmingar í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og sum búgva í Vestmanna Kommunu, sum fáa møguleikan at arbeiða eina viku í part, í tíðarskeiðinum 29. juni til 10. juli.

Arbeiðið verður skipað undir Teknisku deild, og arbeiðsuppgávurnar vera í høvuðsheitum rudding og fríðkan av kommununi, s.s. at lúka, sópa gøtur, mála og rudda.

Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna, frá kl. 8 til . Møtt verður klokkan 08.00 á morgni, og klokkan 16.30 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur.
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo

Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 12. juni 2009.