BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Ung í arbeiði 2010

31.05.2010

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur, kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar.

Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum rudding og fríðkan av kommununi.

Tíðarskeið
Arbeitt verður mikudag 30. juni, hósdagin 1. juli, fríggjadagin 2. juli
og mánadagin 5. juli og týsdagin 6. juli.

Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er 8 tímar dagliga, frá kl. 8.00 til kl. 16.00.

Løn
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðiarløn.

Tilmelding
Melda teg til við at senda ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo.

Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 11. juni 2010.