Ung í arbeiði 2011

Aftur í ár bjóðar Vestmanna Kommunu næmingum í 9. flokki at arbeiðia fyri kommununa í eina viku í summar. Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum rudding og fríðkan av kommununi.

So... ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur, kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar.

Tíðarskeið
Arbeitt verður frá mánadegnum 27. juni til og við fríggjadegnum 1. juli.

Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er 8 tímar dagliga, frá kl. 8.00 til kl. 16.00.

Løn
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðiarløn.

Tilmelding
Melda teg til við at senda ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo.

Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 10. juni 2010.