BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Ung í arbeiði 2015

03.06.2015

 

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur, kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitinum at rudda, lúka og fríðka.

Tíðarskeið
Arbeitt verður frá mánadegnum 29. juni til og við fríggjadagin 3. juli.

Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er 8 tímar dagliga, frá kl. 8.00 til kl. 16.00.

Løn
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðiarløn.

Tilmelding
Melda teg til við at senda ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo.
Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 19. juni 2015.