BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Ung í arbeiði

10.07.2012

Í seinastu viku vóru 18 ungfólk í arbeiði hjá kommununi. Og ikki kann sigast annað enn, at nógv er komið burturúr.
Tey hava m.a.:

  • rakað gras saman og lúkað á minnisvarða-økinum og í kirkjugørðunum
  • rakað grót úr skráunum við nýggja røktarheimið og uttanfyri Gjáarlon
  • lúkað fram við nýggja skúlanum og í rhododendronlundini niðanfyri skúlan
  • lúkað og ruddað á Hallarvegi
  • ruddað á sandinum
  • lúkað og ruddað á økinum við Fossábrúnna
  • rakað gras saman, gróðursett og hampað á Torginum
  • málað rekkverk fram við gøtum og málað autoverju fram við Ovara Vegi
  • málað brúgvar og rekkverk í viðarlundini og fram við skúlagarðinum
  • ruddað fram við Fjalsvegi
  • stáplað flag á plattar
  • rakað skráan innanfyri kaiøkið
  • gróðursett í svinginum ímillum Bakkaveg og Sjóvartún
  • rakað skráa og ruddað parkeringsøki við Hornaveg

Vestmanna Kommuna takkar teimum ungu fyri ágrýtnið og góða arbeiðshugin.