BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Uppsagnir hjá Føroya Fiskavirking í Vestmanna

29.01.2010


Vestmanna Kommuna harmast um, at fleiri fólk eru uppsøgd á fiskavirkinum. Sambært Vestmanna Arbeiðarafelag er um helvtin av teimum um 40 uppsøgdu vestmenningar. Talan er helst um eini 10 – 15 ársverk.

Vit vóna sjálvsagt, at tey uppsøgdu fáa síni arbeiði aftur, um framburður verður í fiskivinnuni; ella at tey fáa onnur arbeiði, tá virksemið í bygdini vónandi verður størri. Her verður bæði hugsað um størri virksemi hjá byggivinnuni og møgulig størv, tá gulllaksatíðin byrjar aftur.

Vestmanna Kommuna væntar ikki, at uppsagnirnar fara at ávirka skattainntøkuna munandi. Í fyrstu syftu, tí at tey flestu av teimum uppsøgdu ikki hava havt stórar inntøkur síðstu tíðina, og at tey fáa ALSútgjald, hetta gjald hækkaði enntá 01. januar. Í aðru syftu, tí at vit vænta, at tey, sum enn starvast á fiskavirkinum, fara at fáa støðugari og betri inntøkur.