BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Uppskot til løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar

14.11.2006

Vestmanna Bygdarráð hevði hesar viðmerkingar til uppskotið til løgtingslóg um sjálvbornar kommunusamanleggingar:

"Vestmanna Bygdarráð hevur á bygdarráðsfundi 23.10.-06 viðgjørt lógaruppskotið. Niðurstøðan hjá okkum er, at vit taka undir við størri kommunalum eindum smb. §3 í uppskotinum. Vit halda tó ikki, at ásetingarnar í §2 eru neyðugar, tí tær avmarka tað kommunala sjálvræðið ov nógv. Vit halda, at ásetingin í §3, 1): “at stovnseta kommunueindir, sum eru samfeldar landafrøðiliga og samferðsluliga,” er nøktandi avmarking fyri samanleggingarmøguleikum.

Vestmanna Bygdarráð heldur, at samanlegging millum Vestmanna og Kvívíkar Kommunur er sjálvsøgd, um lógaruppskotið vinnur frama. Vit meta eisini, at nevndu kommunur eiga at hava møguleika at kanna samanleggingarmøguleikar við allar grannakommunur - t.e. kommunur í Vágum, Tórshavnar Kommunu og Sunda Kommunu."

Fyrispurningur hevur verið í teiginum "Spyr bara" um, hvørjar tankar bygdarráðið ger sær í samband við kommunusamanlegging, og um samráðingar ella fyrispurningar hava verið til Havnar ella kommunurnar í Vágum?

Sí svarið í teiginum "Spyr bara"!