BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Upptøka av leysgangandi djórum

15.01.2013

Vestmanna Kommuna hevur undirskrivað samstarvsavtalu við løgregluna um upptøku av leysgangandi djórum. Aktingarmaður í Vestmanna er Helgi Andreasen, og byrjar hann í hesum starvi frá 16. januar 2013. Vestmanna Kommuna ynskir Helga góðan byrð við uppgávuni.

Um leysgangandi djór eru til ampa hjá fólki, skal sigast frá á politistøðini á tlf. 35 14 48. Løgreglan setir seg síðani í samband við aktingarmannin, sum tekur djórið upp og setir tað í varðveitslu.

Fyri upptøku og vistarhald av djórum verður kravt gjald, sum Føroya Landfúti hevur ásett. Verður t.d. ein hundur tikin í varðveitslu, kostar tað kr. 425,- at fáa hann aftur, um hetta verður gjørt beinanveg. Fyri hvørt byrjað samdøgur verða lagdar kr. 125,- aftur at rokningini, sum skal gjaldast til løgregluna.

Hevur eigarin ikki loyst djórið móti at rinda kostnaðin, verður djórið avhendað ella avlívað.

Samstarvsavtalan sæst her.