BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Úrslitið av vegleiðandi fólkaatkvøðunum

Vegleiðandi fólkaatkvøður vórðu samstundis, sum val var til Føroya Løgting leygardagin 19. januar 2008.

Vegleiðandi fólkaatkvøðurnar um samstarvseind varð fyriskipað sambært løgtingslóg nr. 12. frá 22. februar 2007 um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í samband við lógarbundnar uppgávur.
Sambært grein 2, stk. 2, í lógini hava Vestmanna og Kvívíkar kommunur saman valfrælsi, hvørt tær saman skulu verða partur av eindini 3 (Sundalagið, t.e. Eiðis og Sunda kommunur), eindini 4 (t.e. Tórshavnar kommuna) ella eindini 5 (Vágar, t.e. Sandavágs, Miðvágs og Sørvágs kommunur).
Hava Vestmanna og Kvívíkar kommunur ikki tikið avgerð innan 1. oktober 2009, tekur landsstýrismaðurin avgerð.
Umframt fólkaatkvøðuna um samstarvsøki var eisini fólkaatkvøða, um Vestmanna og Kvívíkar kommunur skulu leggja saman til eina kommunu.

Úrslitið av fólkaatkvøðunum var:
Samstarvsøki (spurt varð um, hvørji samstarvseind Vestmanna Kommuna skal gerast partur av):

Streymoy:                                481 atkvøður  (60,1 %)
Vágar:                                     169 atkvøður  (21,0 %)
Sundalagið:                             123 atkvøður  (15,4 %)
Ógildugar:                                   1 atkvøða    (0,1 %)
Blankar:                                    27 atkvøður   (3,4 %)
Tilsamans:                               801 atkvøður  (100 %)

Kommunusamanlegging (spurt varð, um Vestmanna Kommuna og Kvívíkar Kommuna skulu leggja saman til eina kommunu):

Ja-atkvøður:                                        722  (90,1 %)
Nei-atkvøður:                                        59  (7,4 %)
Blankar atkvøður:                                  20  (2,5 %)
Atkvøður tilsamans:                             801  (100 %)