BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

ÚT við strong - INN við lívsgleði

18.10.2010

Lýsing:

Týskvøldið 19. oktober kl. 19.00, verður tiltakið ÚT við Strongd - INN við Lívsgleði í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.
Talan er um tveir fyrilestrar sum tilsamans varða 3 tímar.
Tað er Niclas Heri Jákupsson sum kemur at halda báðar fyrilestrarnar. Kostnaðurin er Kr. 250,- og eru øll vælkomin !!!

Strongd kostar
Strongd er blivin ein fólkasjúka. Nýggjar kanningar vísa, at 4. hvør dani hevur vitjað sín lækna viðvíkjandi strongd. Tað er ymiskt, hvar keldan til strongdina kemur frá, men tá eitt menniskja fær strongd, so rakar tað bæði arbeiðsplássið og familjuna. Líkamikið hvat keldan til strongd kemur frá, so er tað umráðandi at gera nakað við støðuna – ÁÐRENN hetta verður ein trupulleiki. Í fyrilestrinum verður komið inn á: hvat munurin millum positiva og negativa strongd er; hví vit fáa strongd; strongd á arbeiðsplássinum; likamlig og sálarlig tekin uppá strongd; fylgir av at liva við strongd; viðgerð av strongd; sjálvsálit og sjálvsvirðing, umframt nøkur góð ráð og góð amboð at arbeiða við.


Lívsgleði smittar
"Born to be alive" er ein jaligur og undirhaldandi fyrilestur, sum avgjørt er ein góður mótpolur til strongd. Í fyrilestrinum verður komið inn á: hvat lívsgleði er; innaru- og uttaru virðini; um at lívið er ein gáva; hvussu vit venja okkum við broytingum; um tankar og dreymar; virðir og trúgv; mál og fokus; avbjóðingar og ótta; um at læra seg at hugsa jaligt; at njóta sansirnar og útstrála gleði; og um at liva her og nú. Eisini verður komið inn á, hvussu stóran týdning lívsgleði og frískur hugburður hevur at siga.

Kostnaður og tilmelding
Tiltakið kostar Kr. 250, og til ber at teknað seg við at ringja á tlf 525 525. Øll eru vælkomin !