BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Útferð eystur undir land

16.07.2013

Sluppferðin eystur undir land nú leygardagin 20. juli er broytt nakað.
Vegna forfall siglir Jóhanna ikki. Í staðin verður tað Westvard Ho, sum siglir.

Siglt verður úr Vestmanna eystur undir land. Um viðrar verður eisini siglt til Saksunar.
Hans Johannesen verður frásøgumaður.
Á túrinum verður livandi tónleikur, og pylsur verður grillaðar.

Farið verður úr Vestmanna kl. 14.

Enn eru eini 15 pláss eftir. Atgongumerki á kr. 450 kunnu keypast á Magn í Vestmanna.
Seinasti møguleiki at keypa atgongumerki er fríggjadagin 19. juli kl. 18.

Tá ið komið verður aftur til Vestmanna, er møguleiki at fara á kafé í íbúðini hjá Niels hjá John.