BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 26.09.2017

Útgávukvøld - Vestmanna Søga

02.12.2011

Stórverkið VESTMANNA SØGA er nú liðug, og verður útgivin í tveimum bindum. Í tí sambandi verður ein hugnaløta inni á Fiskivinnuskúlanum mikukvøldið 7. desember kl. 19.30-21.00.

Karl A. Olsen, borgmeistari, bjóðar vælkomið - Vestmanna sangkór syngur - 
Jonhard Mikkelsen, forleggjari, bjóðar vælkomið Martin syngur Vestmannakvøðuna  
Helgi Jacobsen, rithøvundur, greiðir frá arbeiðnum við bókunum Vestmanna sangkór syngur 
Jákup í Gerðinum, ættargranskari, greiðir frá húsunum, sum vóru í Vestmanna í 1925 
Martin Joensen syngur Ettesa brúgv 
Karl A. Olsen, borgmeistari, heldur røðu Vestmanna sangkór syngur

Gunndur borðreiðir við leskiligum smábitum við víni ella kaffi afturvið.

Síðan verður høvi at síggja ella keypa verkið. Hetta kvøldið verður prísurin 500 kr fyri bæði bindini!

Vestmanna kommuna og forlagið SPROTIN skipa fyri tiltakinum.