BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Útgrevsturin Úti á Toft

22.08.2006

Sum flest øll helst hava lagt merki til, eru fornfrøðingar aftur farnir at grava Úti á Toft.

Fyri einum góðum ári síðani vórðu forkanningar gjørdar, og úrslitið av hesum var, at neyðugt var seinni at gera nágreiniligar rannsøknir av økinum.

Vestmanna Kommuna hevur ætlan um at byggja røktarheim á økinum, og tí er neyðugt frammanundan at finna útav, hvat leivdirnar umfata, soleiðis at hesar møguliga kunnu verða loystar úr friðing, áðrenn ein møgulig bygging byrjar.

Enn er komið stutt ávegis. Tann fyrsta leivdin, sum grivið er niður á, verður mett at verða av einum úthúsum, sum seinni í tíðini eru bygd omanyvir uppaftur eldri leivdir.

Tó at stutt er komið ávegis, hava fornfrøðingarnir longu funnið onkrar áhugaverdar lutir, m.a. annað lutin, sum sæst á myndini. Hesin er partur av ílati úr fitisteini. Fitisteinur finst ikki í Føroyum, og lutir úr fitisteini verða vanliga settir í samband við víkingatíðina. Fornfrøðingarnir løgdu tó dent á, at enn er alt ov tíðliga at siga, frá hvørjum tíðarskeiði luturin stavar.

Men spennandi er at fylgja við, og bert tíðin vil vísa, hvat kemur undan kavi í samband við útgrevsturin!