BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Útgrevsturin Úti á Toft

Útgrevsturin Úti á Toft:
Nú útgrevsturin Úti á Toft er um at verða liðugur fyri í ár – grivið verður hesa vikuna afturat – varð avgjørt at greiða bygdar-fólki og øðrum áhugaðum frá og at vísa fram lutir frá grevstrinum.
Boðað varð frá við lýsing í Útvarpi og við tíðindaskrivi til Kringvarpið og bløðini.
Tiltakið var hildið á staðnum og frammanfyri kirkjugarðsskúrin leygardagin 18. juli, og ikki kann annað sigast, enn at tiltakið var væleydnað! Mett varð, at eini 150 fólk møttu til tiltakið.
Tiltakið varð skipað á tann hátt, at lutirnir frá útgrevstrinum vórðu vístir fram á økinum frammanfyri kirkjugarðsskúrin.
Lutirnir, sum vóru uppsettir í glaskassum, vóru talmerktir og á uppsløgum varð greitt frá teimum.
Fotomyndir og teknaðar myndir av útgrevstrinum vóru hongdar upp á veggin frammanfyri kirkjugarðsskúrin.
Eisini varð boðin ein drekkamuður.
Tiltakið byrjaði við, at Símun Arge, fornfrøðingur, greiddi frá ymiskum, sum hevði við útgrevsturin at gera. Aftaná greiddu forn-frøðingarnir, sum útgrivið hava, frá útgrevstrinum. Nógv fólk hildu seg til við spurningum, og frøðingarnir greiddu nágreiniliga frá tí, sum fram var komið, og høvdu eisini sínar metingar av, hvat kundi verða niðari!

g.g. Fólk tosaðu nógv um staðarnavnið Úti á Toft. Nógv hildu staðarnavnið vera Niðri ella Úti á Lág. Hetta er eisini rætt. Úti á Toft er bert staðarnavn fyri staðið, har útgrevsturin er.

Leinkja til tíðindi á heimasíðuni hjá Føroya Fornminnissavni: http://www.natmus.fo/00006/00203/