BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Útgrrevsturin Úti á Toft

14.09.2006

Nógvur áhugi hevur verið frá bygdafólkunum um henda útgrevstur, og ofta hava nógv fólk staðið rundan um leivdirnar, har tey hava spurt frøðingarnar um, hvat tey finna og hava funnið!

Í stuttum kann sigast, at týðuligar leivdir eru av veggjum við steinseting rundanum. Av lutum hava tey funnið brot úr fitisteini, brýni og aðrar smálutir.

Ein varislig meting um aldurin á leivdunum er framvegis miðøldin, men hvat kann vera undir leivdunum, tey nú eru komin niður á, er ógjørligt at siga - bert framhaldandi rannsóknir kunnu avdúka hetta!

Verandi rannsókn heldur áfram til endan av september mánaða, men tá verða tey ikki nær námind komin á mál, so um kommunan játtar peningin, so er Fornminnissavnið áhugað at halda áfram við rannsóknini komandi ár.