BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Útivika í Vestmanna

Allir borgarar í Vestmanna Kommunu og onnur áhugað verða við hesum boðin at vera við í Útivikuni 2009, 25. – 31. mai.

Í sambandi við Útivikuna skipar Vestmanna Kommuna saman við Lokala Agendafelagnum fyri gongutúrum hvørt kvøld í vikuni. Gongutúrarnir hava ymisk mið, men felags fyri teir allar er, at teir eru úti í vøkru náttúruni kring Vestmanna.

Mánakvøldið 25. mai kl. 19       Gongutúrur niðan í Vørmadal og heimaftur um Tjørn á Vestur
Møtt verður við Brandstøðina
Leiðari er John Zachariasen

Týskvøldið 26. mai kl. 19          Gongutúrur niðan ígjøgnum Fossá
Møtt verður uttanfyri Miðhøllina
Leiðari er Erla Zachariassen

Mikukvøldið 27. mai kl. 19       Gongutúrur runt Reynið
Møtt verður uttanfyri Miðhøllina
Gingið verður inneftir ovara vegi inn á Leitið, niðan til gamla grótknúsaran, yvirum byrgingina, runt um Reynið, og oman á Fjalsveg.
Leiðari er Herit Magnussen

Hóskvøldið 28. mai kl. 19          Gongutúrur rundan um Melina
Møtt verður við Brandstøðina
Leiðari er Hans Poulsen

Fríggjakvøldið 29. mai kl. 19     Gongutúrur fram á Rossastígarnar í Fjalshaga
Møtt verður í Skálum.
Leiðari er Leivur Olsen

Leygardagin 30. mai kl. 14         Gongutúrurin gjøgnum Hvannadal
Møtt verður við svingið inn á Leiti
Leiðari er Jóannes Fonsdal

Sunnudagin 31. mai kl. 14          Heiðavatn
Møtt verður við Brandstøðina.
Leiðari er Erla Zachariasen

 

Rundtúrar hvørt kvøld í vikuni kl. 20
Møtt verður niðanfyri skúlan
Gingið verður úteftir, oman ígjøgnum Gerðisbrekku, inn á Fjørð, og útaftur eftir Ovara vegi.