Útivika í Vestmanna

19.05.2010

Vestmanna Kommuna bjóðar øllum áhugaðum at vera við í Útivikuni 2010, 24. – 30. mai.

Eins og síðsta ár verður skipað fyri gongutúrum hvønn dag í vikuni. Gongutúrarnir hava ymisk mið, men felags fyri teir allar er, at teir eru úti í vøkru náttúruni kring Vestmanna.

 

 

 

Mánadagin 24. mai kl. 15                    Niðan  á Heiðavatn (uml. 6 km)
Møtt verður við Brandstøðina.
Leiðari er Erla Zachariasen

Týskvøldið 25. mai kl. 19                    Runt Melina og oman í Vørmadal (uml. 6 km)
Møtt verður við Brandstøðina
Leiðari er John Zachariasen

Mikukvøldið 26. mai kl. 19                  Niðan ígjøgnum Fossá og um Reynið (uml. 5 km)
Møtt verður uttanfyri Miðhøllina
Leiðari er Hans Pauli Strøm 

Hóskvøldið 27. mai kl. 19                   Norður á Fossar (uml. 6 km)
Møtt verður við Brandstøðina
Leiðari er Leivur Olsen

Fríggjakvøldið 28. mai kl. 19              Út á Berg, Tjørn á Røkur, Tjørn á Vestur, Torvadal (5 km)
Møtt verður við svingið til Byrgisveg
Leiðari er Suni Simonsen

Leygardagin 29. mai kl. 15                 Gjøgnum Hvannadal (uml. 7 km)
Møtt verður við svingið inn á Leiti
Leiðari er Finnbogi Joensen

Sunnudagin 30. mai kl. 15                  Varðagøtan frá Leynavatni til Vestmanna (uml. 9 km)
Møtt verður við Leynavatn
(Til ber at fara við Bygdaleiðum
úr Vestmanna kl. 14.25)
Leiðari er Palli Askham