BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Útivikan 2010 - eftir varðagøtuni frá Leynavatni til Vestmanna.

Seinasti túrurin í útivikuni 2010 byrjaði við Vágatunnilin streymoyar megin - í hvussu so er byrjaði gongutúrurin har. Nógv fóru við Bygdaleiðum úr Vestmanna, ímeðan onnur koyrdu sjálv. Tá vit fóru til gongu, vóru vit eini 80 í tali, men fleiri løgdust afturat, m.a. løgdust fleiri afturat, tá vit komu inn um Leynavatn, so útivið eini 100 mundu vit vera í tali, tá avtornaði.
Annars gekk leiðin niðan við Leynará vestarumegin, fram við Leynavatni og inn til Rættará, har vit steðgaðu á eina løtu. Síðani tóku vit okkum spakuliga niðaneftir, steðgaðu aftur á eina løtu undir Navurstungu, gingu síðani niðan við Ærgisá, og høvdu ein longri steðg við Ærgisfoss. Vit fylgdu síðani varðunum niðan á Gotursháls. Eftir ein steðg eina løtu á Goturshálsi, gingu vit mestsum hvør í sínum lagi heimeftir. Nøkur valdu at ganga út ígjøgnum Hvannadal, ímeðan tey flestu mundu fara oman Tvørbrekkur oman í Heygadal og haðani heimeftir.
Útivikan var nú yvirstaðin, men fleiri vóru tey, sum hildu, at tað átti at verið hildið áfram við gongutúrunum, kanska eina til tvær ferðir um vikuna - vónandi tekur onkur stig til at fyriskipa hesar túrar.

Vestmanna Kommuna takkar teimum, sum hava verið leiðarar á túrunum. Kommunan takkar eisini teimum, sum hava verið við, og vónar at síggja øll aftur næsta ár og sjálvandi eisini, at fleiri leggjast til - livst so spyrst.

Nakrar myndir frá túrinum: