BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Útivikan 2010 - niðan við Fossá og um Reynið

Túrurin byrjaði við skúlan, og fleiri løgdust til á vegnum. Tá vit fóru niðan við Fossá, vóru vit 29 í tali. Ferðaleiðarin hevði fyrireikað seg væl, so vit fingu eina góða frágreiðing um byrgingar, tunlar og elverkini hjá SEV, eins og vit fingu prentað kort við staðarnøvnum á. Leiðin gekk niðan við Fossá, niðan til byrgingina á Lómundaroyri - forkunnugt annars at síggja byrgingina tóma - og haðani í Reyni. Eftir at hava steðgað á eina løtu, gingu vit oman í Loynilág og síðani oman á uppdyrkingarvegin inni í Fjalli, haðani vit fóru hvør til sítt. Og hvussu var veðrið? Jú, tað var gott henda túrin - turt, sólin skein av og á, men lotið var framvegis nokkso kalt.

Nakrar myndir frá túrinum: