BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Útivikan 2010 - norður á Fossar

Sløk 40 fólk møttust við brandstøðina - bæði yngri og tilkomin, úr 5 uppí 70 ár! Leiðin gekk niðan við Gjógvará, framvið "gomlu plenu", nakað niðan um Dvørganshorn og tvørturum Sarparygg. Haðani varð gingið undir Svarthomrum og niðan á vegin Norður á Fossar - ella fram á Fossar, sum onkur sigur. Á leiðini greiddu ferðaleiðarin og onnur fróðarfólk frá. Norðuri á Fossum varð steðgað á eina løtu, áðrenn gingið varð oman við Dalá og heimaftur um Sarparygg.

Nakrar myndir frá túrinum: