BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Útivikan 2010 - út á Heiðavatn

25.05.2010

2. hvítusunnudag var fyrsti túrurin í útivikuni 2010 - leiðin gekk út á Heiðavatn.

22 fólk og ein hundur vóru við á túrinum.

Veðrið var einki at reypa av - eitt fitt høgættarlot við ælingi, við hvørt sum vátakavi ella heglingur. Men lagið var gott, og so leingi steðgirnir ikki gjørdust ov langir, kølnaðu vit ikki, hóast okkurt plaggið var gjøgnumbloytt.

Her eru nakrar myndir frá túrinum: