BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Útivikan 2011

Vestmanna Kommuna bjóðar øllum áhugaðum at vera við í Útivikuni 2011. Eins og undanfarnu tvey árini verður skipað fyri gongutúrum í náttúruni kring Vestmanna hvønn dag í vikuni.

Undirtøkan fyri gongutúrunum hini árini hevur verið sera góð, og vóna vit tað sama aftur hesu ferð, tá ið skráin er henda:

 

Mánakvøldið 23. mai kl. 19 Fram á Rossastígarnar í Fjalshaga

Møtt verður við Brandstøðina.
Leiðari: Leivur Olsen

 

 

Týskvøldið 24. mai kl. 19 Niðan á Móskurðsfjall

Møtast við parkeringsplássið inni á fjørð. Koyra saman fram á vatn.
Leiðari: Jaspur Olsen

 

 

Mikukvøldið 25. mai kl. 19 Niðan á Loysingarfjall

Møtast við parkeringsøkið inni á fjørð. Koyra saman í bilum niðan á Mýrarnar.
Leiðarar: Ann og Palli Askham

 

 

Hóskvøldið 26. mai kl. 19 Um Melina, í Vørmadal

Møtt verður við Brandstøðina
Leiðari: Erla Zachariassen

 

 

 

Fríggjakvøldið 27. mai kl. 19 Runt Reynið

Møtt verður uttanfyri Miðhøllina
Leiðari: Herit Magnussen

 

 

 

Leygardagin 28. mai kl. 15 Niðan á Postulakirkju

Møtt verður við Brandstøðina
Leiðari: John Zachariassen

 

 

 

Sunnudagin 29. mai kl. 14.45 Niðan á Egilsfjall

Møtt verður við stóra víkiplássið omanfyri Kvívík. Til ber at fara við Bygdaleiðum úr Vestmanna kl. 14.25.
Leiðari: Dánjal Petur Müller