BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Útivikan 2013

15.05.2013

Vestmanna Kommuna bjóðar øllum áhugaðum at vera við í Útivikuni 2013,
sum verður 20. – 26. mai.

Í ár verður skipað fyri 5 gongutúrum í Útivikuni. Gongutúrarnir hava ymisk mið, men felags fyri teir allar er, at teir eru úti í vøkru náttúruni kring Vestmanna.
Fyrsti gongutúrurin, sum er 2. hvítusunnudag, er drúgvur, meðan hinir gongutúrarnir eru stuttir og lættir.

Mánadagin 20. mai kl. 10 Út á Rógvendan
Møtt verður við Brandstøðina. Møguleiki er eisini at møta norðuri á Fossum kl. 10.45.
Seinasta strekki út ímóti Rógvendanum er bratt, men gott er at ganga.
Túrurin er drúgvur, einar 5 tímar.
Leiðari: Regin Zachariassen

Týskvøldið 21. mai kl. 19 Tjørn á Røkur og Tjørn á Vestur
Møtt verður við Brandstøðina.
Leiðari: John Zachariassen

Mikukvøldið 22. mai kl. 19 Í Skúvdal
Møtt verður við Brandstøðina.
Leiðari: Bjarki Skúvadal

Hóskvøldið 23. mai kl. 19 Hvannadal
Møtt verður við brúnna við Ovara veg/Leitisveg.
Leiðarar: Finnbogi Joensen

Fríggjakvøldið 24. mai kl. 19 Niðan í Reynið
Møtt verður við Brandstøðina.
Leiðari: Leivur Olsen

 

Viðrar leygardagin 29. juni, er ætlanin at ganga eftir varðagøtuni úr Hvalvík til Vestmanna. Nærri kunning verður givin seinni.