BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Útivikan 2014

20.05.2014


Vestmanna Kommuna bjóðar øllum áhugaðum at vera við í Útivikuni 2014.

Í ár verður skipað fyri 4 túrum í Útivikuni. Túrarnir hava ymisk mið, men felags fyri teir allar er, at teir eru úti í vøkru náttúruni kring Vestmanna.

 

Týsdagin 20. mai kl. 18    Kring Hægstafjall á súkklu
Hesin øðrvísi túrurin er á súkklu. Túrurin er fyri størri børn og vaksin, og mælt verður til at brúka súkkluhjálm.
Møtt verður við Brandstøðina.
Leiðari: John Zachariassen
  
Týskvøldið 20. mai kl. 18 Kring Hægstafjall til gongu
Samstundis sum súkklurnar fara, verður eisini farið til gongu kring Hægstafjall.
Møtt verður við Brandstøðina.
Leiðari:  Niels T. Pedersen  
  
Mikukvøldið 21. mai kl. 19 Niðan á Mýrarnar 
Gongutúrur niðan á Mýrarnar. Gingið verður eftir vegnum.
Møtt verður við inngongdina í nýggja skúla.
Leiðari: Malan Stórá
  
Fríggjadagin 23. mai kl. 18 Niðan á Heiðavatn
Gongutúrur niðan á Heiðavatn.
Møtt verður við Brandstøðina.
Leiðari: Hans Johannesen